Episodes

  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 12.06.2024
    Jun 12 2024

    So var enn ein kappróðrarsending skotin avstað. Hesaferð práta við við ein av fyrireikarunum av sundalagsstevnu í Kollafirði leygardagin, Berg Robert Dam Jensen, meta um veðrið, halda okkum vita betri enn Sverri hvussu man vinnur ein róður, doping og annað mangt. Alt meðan vit flyta okkum á eini knívsegg fyri ikki at fornerma nakran. Hinvegin er tað bara gott, um sendingin kann elva til kjak. Eftir er bara at ynskja tykkum øllum eina góða sundalagsstevnu.


    Show More Show Less
    53 mins
  • Kapróðrarsendingin á Rás 2 frá 05.06.2024
    Jun 5 2024

    So var enn ein kappróðrarsending í luftini við áhugaverdari gjøgnumgongd av róðrunum á norðoyastevnu, har Sarita Kristina Hansen og Petur í Gong práta um, og viðmerkja hvønn róður sær, umframt allar smálutirnar, sum nátúrliga hoyra stevnum til. At enda nøkur orð um inniróður, og hvat tað inniber at luittaka á hægsta støði. Tað megna føroyingar so væl. Lurtið og spjaðið.

    Show More Show Less
    55 mins
  • Kapróðrarsendingin á Rás 2 frá 29.05.2024
    May 29 2024

    So er enn ein sending um kappróður farin í luftina. Og tað skal ikki vera lygn, men alt vita vit um alt møguligt. Ella halda okkum vita. Hesaferð nurtu vit við søguna um norðoyastevnu, ódnartøk samanborin við vanligu FM kappingina, luttøkan leygardagin samanborin við undanfarin ár, undirtøkan í ymsu róðrunum, Sverri og World Cup, gentur sum gevast í ítrótti og veðrið í Klaksvík leygardagin. Blandaði bomm, kundi man sagt. Men vónandi fáa tit lurtarar eisini okkurt burturúr. Lovorð og last eru sjálvandi vælkomin.

    Show More Show Less
    55 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 22.05.2024
    May 22 2024

    Aftur í dag tóku vit samanum róðrarnar frá síðstu ódnardøkunum í ár, har vit eisini funnu vinnararnar. Hvat hevur tað at siga til norðoyastevnuróðurin? Vit ringdu til Teit Samuelsen um upprunan til ódnartøkini. Eitt sera upplýsandi prát. Og at enda komu vit inn á danska áttaran, sum í Sveis hevði róð seg til OL, enntá við føroysku Sáru Mariu Johansen umborð.

    Show More Show Less
    54 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 15.05.2024
    May 15 2024

    Aftur í dag, hendan mikudag, hava teir tríggir, Jan Herman Hansen, Petur Hansen og verturin Petur í Gong prátað um kappróður og ódnartøk. Prátað varð serliga um róðrarnar í øðrum umfari av kappingini, og samlaða stigatalið fram til triðja umfar. Trivið varð í góðu luttøkuna, nú heili 71 manningar hava meldað seg til triðja umfar, sum verður í Miðvági leygardagin átjanda mai. Eisini prátaðu vit við Saritu Kristinu Hansen, sum saman við Marius Alberti tók á seg vegna RSF at halda skeið í tí at stýra einum kappóðrarbáti. Vit nurtu har aftrat við komandi kappingina fyri áttarar, sum áttamannafør eita tá tey eru útriggarar, og hvussu hesi hava møguleikan at rógva seg til luttøku í OL. Føroyingurin Sára Maria Johansen rør í danska bátinum. Meira um tað næsta mikudag.

    Takk tit, sum lurtaðu, og eisini takk tit, sum sendu viðmerkingar inn á SMS 781214. Næsta mikudag kl. 16 verður kappróðrarsendingin aftur á skránni.


    Show More Show Less
    55 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 08.05.2024
    May 8 2024

    So er kappróðurin spakuliga byrjaður, nú fyrstu ódnartøkini vórðu tikin í frálíka veðrinum í Norðagøtu leygardagin. Nógvir áskoðarir vóru møttir, og kundu vit øll njóta dagin saman við sólini, róðrunum, og øllum tí, Róðrarfelagið Tindur hevði skipað fyri at bjóða á kaiini. Har var okkurt bæði fyri góman og spenningin. Á Rás 2 gera vit eina roynd at taka samanum dagin og róðrarnar, har verturin Petur í Gong saman við gløggu viðmerkjarunum Jan Hermani Hansen og Peturi Hansen leiða okkum fet av feti gjøgnum úrslitini. Eisini fáa vit nakrar viðkomandi eygleiðingar frá John Høgnesen, sum man hava staðið mest sum upp og niður í at fyriskipa hesi væl eydnaðu fyrstu tøkini í ár. Vit verða aftur longu næsta mikudag somu tíð.

    Show More Show Less
    54 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 01.05.2024
    May 1 2024

    Eitt hugnaligt prát um kappróður, vit tosaðu lest og fast um kappróður við denti á Ódnartøk, nú fyrsta kappingin verur leygardagin í Norðagøtu.

    Viðmerkjarnir vóru Jan Herman Hansen og Petur Hansen.

    Verturin Var Petur í Gong.

    Show More Show Less
    53 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2
    Apr 23 2024

    Summari er í nánd, og summar fyri nógv merkir ljósar nættur, gott veður og ikki at gloyma kappróður. Í næstu viku, mikudagin 1. mai kl.16.00 fer kappróðrarsendingin á Rás 2 av bakkastokki. Saman við viðmerkjarum verur Petur í Gong klárur hvørja viku, alt summari. Kappróðrarsendingin verur send beinleiðis hvønn mikudag kl.16.00 fram til 31. juli.

    Vit eru at hoyra á FM kring alt landið ellá á ras2.fo allastaðnis. Sendingin verur eisini løgd út sum poddvarp.

    Show More Show Less
    1 min