Sjórænararnir í Nólsoy cover art

Sjórænararnir í Nólsoy

Sjórænararnir í Nólsoy

By: Frihedsbrevet Føroyar
Listen for free

About this listen

Hvat hendi, tá ið Ternan í 2019 varð bundin við kei í Nólsoy? Í “Sjórænararnir í Nólsoy” kanst tú hoyra søguna um eina óvanliga rættarsak, sum verður í desember, har fimm nólsoyingar standa ákærdir fyri eitt mótmælistiltak, sum órógvaði ferðasambandið millum Nólsoy og meginlandið.

Sjórænararnir í Nólsoy er tó ikki bara ein frásøgn um eitt rættarmál – tað er ein lýsing av einum samfelag, har eldhugi, samanhald og frustratión kunnu føra til stórar avgerðir. Við einum fjálgum, men skemtiligum tóna, gevur poddvarpið okkum innlit í eina søgu, sum er bæði løgin og týdningarmikil.

Hvussu kann eitt lokalt mótmæli fáa so stórar avleiðingar? Hvat sigur hetta um samfelagið? Og eru teir fimm ákærdu sjórænarar – ella bara mótmælisfólk?

Politics & Government Social Sciences
Episodes
  • 1. Sjórænarar ella mótmælisfólk
    Dec 1 2024

    Í fyrsta parti fara vit til Nólsoyar – bæði í veruleikanum og í søguni. Her hitta vit fimm av teimum, sum standa eftir við ákærum fyri hendingarnar 1. september 2019, tá mótmælisfólk í Nólsoy gjørdu sítt besta fyri at vísa á sína ónøgd við ferðasambandið.
    Í litrikum og lýsandi frásagnum frá borðinum í Maggies, greiða teir fimm – Edvard Skúvadal, Beinir Poulsen, Anfinn Nielsen, Róin Joensen og Terji Rasmussen – á hvør sín hátt frá, hvat elvdi til, at teir svínabundu eitt Ternuna.

    Tað er gaman, men eisini álvari, tá verturin leiðir lurtararnar gjøgnum søguna, sum gongur heilt aftur til vár 2019. Her handaðu nólsoyingar táverandi samferðslumálaráðharranum eitt móttmælisskjal við ynski um betri ferðasamband. Hendingin á keiini var ein natúrlig – men óvæntað og dramatisk – avleiðing av fleiri mánaða frústratión.

    See omnystudio.com/listener for privacy information.

    Show More Show Less
    18 mins
No reviews yet
In the spirit of reconciliation, Audible acknowledges the Traditional Custodians of country throughout Australia and their connections to land, sea and community. We pay our respect to their elders past and present and extend that respect to all Aboriginal and Torres Strait Islander peoples today.